23.11.2010 · Fíggjarmálaráðið

Eik Banki Føroya fer ongan veg

Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, harmast ta óvissu, sum er íkomin eftir at Finansiel Stabilitet við síni fráboðan á tíðindafundi hósdagin 17. november, hevur lopið óneyðugan hvøkk á bæði kundar í Eik Banka Føroya og føroyingar yvirhøvur.

Nevndarformaðurin í Finansiel Stabilitet staðfesti á tíðindafundi, hvør uppgávan hjá felagnum var og lýsti, hvussu tann verst tonkiliga støðan sá út.

Í dag er støðan, at Finansiel Stabilitet roynir - sum felagið er bundið til - at selja bankan.

Enn vita vit ikki, hvørjir áhugaðir keyparar eru, men Eik Banki Føroya hevur so stóran týdning fyri føroyska samfelagið, at vit undir ongum umstøðum koma í ta verst tonkiligu støðuna, sum nevndarformaðurin í Finansiel Stabilitet lýsti.

Um eingin keypari hevur nóg høgt boð upp á Eik Banka Føroya, tá sølufreistin er farin, so verður ein onnur loysn funnin.

Eik Banki Føroya verður ikki niðurlagaður sum banki við teimum fylgjum, sum tað hevði fingið fyri føroyska samfelagið.

Fíggjarmálaráðið hevur dagliga samskifti við danskar myndugleikar um gongdina í málinum viðvíkjandi EIk

Fíggjarmálaráðið
Jóannes Eidesgaard