Eiðis kommuna er komin undir álíkningina í nettoskuld eftir at hava verið omanfyri skuldarmarkið í smá trý ár. Herdu ásetingarnar í kommunustýrislógini til fíggjarligu viðurskiftini hjá serliga skuldartyngdum kommunum eru frá 1. september tí ikki galdandi fyri kommununa.
Eiðis kommuna fór upp um skuldarmarkið, tá nýggj roknskaparkunngerð frá ársbyrjan 2009 setti krav um, at skuldin í felagsskúlanum á Oyrarbakka skuldi inn sum skuld hjá kommununum, sum eiga skúlan. Eiðis kommuna hevur síðani minkað so mikið um sína skuld, at kommunan nú aftur er undir álíkningina í nettoskuld.
Fíggjarmálaráðið, 31. august 2011