Sjálvur bulurin í pensjónsreforminum, uppskotið um eftirlønaruppsparing, var ídag endaliga samtyktur av løgtinginum. Harvið er eitt stórt stig tikið til eina dagførda pensjónskipan fyri Føroyar. Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Sjálvtýrisflokkurin, Miðflokkurin, Framsókn og Janus Rein, atkvøddu fyri uppskotinum.
“Byrjað varð longu í 70’inum at tosa um slíka skipan og nú vit skriva 2013, er eftirlønarlógin loksins samtykt. Hon er ein fyritreyt fyri at framtíðartryggja aldurdómin.” sigur Jørgen Niclasen.
Eftirlønarlógin er sjálvur hornasteinurin í framtíðar pensjónsskipanini. Arbeitt hevur verið leingi við hugskotinum um eina lógarásetta eftirlønaruppsparing. Arbeiðið við hesum lógaruppskotið byrjaði av álvara í 2006.
Endamálið við Eftirlønarlógini er at økja eftirlønaruppsparingina. Hetta verður mett neyðugt, tí eldru borgararnir fjølgast. Eftirlønarlógin ásetur, at allir føroyingar á arbeiðsmarknaðinum skulu spara upp 15 prosent av lønini til egna eftirløn. Neyðuga uppsparingin verður sett í verk í eini skiftistíð. Byrjað verður við einum prosenti í 2014, og síðani hækkar inngjaldið eitt prosentstig árliga, upp í 15 prosent í 2028.
Nú Eftirlønarlógin er samtykt, er hornasteinurin í Pensjónsnýskipanini komin upp á pláss.
Fíggjarmálaráðið 6. mai 2013
Nærri upplýsningar um Eftirlønarlógina fáast við at venda sær til Hans Kára Vang, fulltrúa í Fíggjarmálaráðnum á telefon 552009.