20.06.2007 · Fíggjarmálaráðið

Dupultskattaavtala við Bretland undirskrivað.

Dupultskattasáttmáli er nú gjørdur millum Føroyar og Bretland. Í dag hava Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Dawn Primarolo MP, bretskur skattamálaráðharri, undirskrivað dupultskattasáttmála. Hann ber í sær, at borgarar og fyritøkur ikki gjalda dupultan skatt, tá arbeitt verður í londunum báðum

Trupulleikarnir av dupultskatti, sum bæði bretskar og føroyskar fyritøkur hava havt, tá hesi hava arbeitt ella virkað í londunum hjá hvørjum øðrum, skuldu frameftir verið burturbeindar.

Tað er úrslitið, eftir at Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Dawn Primarolo, Her Majesty’s Paymaster General, í dag hava undirskrivað tvískattasáttmála millum Føroyar og Bretland. Undirskrivingin fór fram í bretska fíggjarmálaráðnum í London.

Dupultskattur burtur
Dupultskattaavtalan tryggjar í fyrsta lagi, at borgarar og fyritøkur ikki gjalda dupultan skatt, tá arbeitt verður í londunum báðum.

Eisini merkir avtalan, at borgarar og fyritøkur í Føroyum og Bretlandi hava fulla greiðu á avleiðingunum, tá tey taka avgerð um at fara undir virksemi í londunum báðum. Somuleiðis verða viðurskiftini hjá teimum lesandi greiðari á hesum øki.

“Okkara sikti hevur verið at beina allan iva um skattaviðurskifti millum Føroyar og Bretland av vegnum. Hetta mál hava vit rokkið. Bretland er okkara størsti granni, og møguleikarnir fyri øktari samvinnu eru stórir. Dupultskattaavtalan við Bretland hevur tí stóran vinnupolitiskan týdning”, sigur Magni Laksáfoss, landsstýrismaður.

Samráðingar á embætisstigi
Eftir at verandi samgonga varð skipað í 2004, varð avgjørt at royna at útvega Føroyum fleiri dupultskattaavtalur. Samband varð fingið við bretskar myndugleikar, ið søgdu seg vera hugaðar at fara undir samráðingar við Føroyar um eina dupultskattaavtalu.

Samráðingarnar hava síðani verið á embætisstigi, og løgfrøðingar á Toll-og Skattstovu Føroya hava vegna Fíggjarmálaráðið staðið á odda fyri samráðingunum. Seinastu tíðina hevur Jákup Eyðfinn Kjærbo, ráðgevi á Toll- og skattstovuni, verið samráðingarleiðari.

Avtalan sum í dag er undirskrivað í London kemur í gildi tá hon er samtykt í Løgtinginum og bretska parlamentinum.


Argir, tann 20. juni 2006
Fíggjarmálaráðið

Fíggjarmálaráðið hjálpir við faktuellum spurningum til omanfyri nevnda mál. Viðmerkingar fáast frá Magna Laksáfoss, landsstýrismanni í fíggjarmálum, á telefon 352020.

Sáttmáli millum FO og UK sum ætlandi kemur í gildið 01.01.08

Convention between FO and UK 01.01.08