15.08.2012 · Fíggjarmálaráðið

Danskir tjóðbankastjórar á vitjan í Fíggjarmálaráðnum

Í dag hava tveir av donsku tjóðbankastjórunum, Nils Bernstein og Hugo Frey Jensen, verið á vitjan hjá Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra.

Á fundinum var búskaparliga støðan í Føroyum og Danmark umrødd. Her var dentur lagdur á frá føroyskari síðu, at stýrt verður sambært samtyktu játtanarkørmunum í vár, soleiðis at javnvág verður á fíggjarlógini í 2016.

Eisini varð tosað um lógarbroytingina í vár, sum víðkar heimildina at fáa hagtøl frá føroysku peningastovnunum. Tosað var um, hvussu hesi hagtøl frameftir fara at hava við sær betri vitan um føroysku peningastovnarnar og geva betri samanberingargrundarlag millum peningastovnar í Føroyum og Danmark.

Til síðst varð støðan viðvíkjandi SIFI (Systemically Important Financial Institution) umrødd, har danski Tjóðbankin luttekur í arbeiðnum fyri donsku stjórnina at greina hvørjir hesir fíggjarstovnar eru og hvørji krøv skulu setast teimum. Boðskapurin frá Tjóðbankanum var, at teir vóru algreiðir yvir, at hetta eisini má viðgerast frá einum økisligum (regionalum) sjónarmiði.


Argir, 15. august 2012.