Hagstova Føroya hevur í dag kunnað um tjóðarroknskapin fyri 2014 og 2015 í ársins prísum. Kunningin kann lesast her.
Í 2014 vaks BTÚ 7,5% og í 2015 vaks tað 5,6% í ársins prísum. BTÚ í 2015 var 16.663 mió. kr.
”Eg eri fegin um, at Hagstovan nú er komin á mál við tjóðarroknskapunum fyri Føroyar fyri árini 2014 og 2015. Vit hava ynskt hetta arbeiðið raðfest ovarlaga, soleiðis at vit kunnu fáa so dagførdan tjóðarroknskap sum møguligt. Fyri framman stendur arbeiðið at fáa tjóðarroknskapin eisini í føstum prísum. Vit fáa við hesum styrkt hagtøl, meira vitan um føroyska samfelagið og betri amboð til at stjórna landinum,” sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.