Almenni búskapurin (land, kommunur og sosialir grunnar) hevði í 2010 bygnaðarligt hall á 4,7% av bruttutjóðarúrtøkuni (BTÚ) ella um 600 mió. kr. Í 2011 var hallið 2,7% ella um 350 mió.kr. Í 2012 var hallið mett til 1% ella millum 100 og 150 mió. kr. og í minsta lagi á sama støði í 2013. Til samanberingar høvdu flestu OECD lond bygnaðarligt hall í almenna búskapinum á millum 1 og 3% av BTÚ í 2012.
Hetta er niðurstøðan í frágreiðing frá Fíggjarmálaráðnum um konjunkturjavnaða úrslitið hjá tí almenna. Mett verður, at hallið stavar serliga frá landskassanum.
Skal bygnaðarliga hallið burtur, er neyðugt at gera tillagingar í útreiðslum og ella inntøkum í almenna búskapinum.
Við konjunkturjavnaða úrslitinum verður mett um, hvat úrslitið hjá tí almenna hevði verið, um vanlig konjunkturstøða var í búskapinum. Slíkar uppgerðir hava ein týðandi leiklut, tá mett verður um fíggjarpolitikkin í flestu londum. Til dømis er í regluverkinum fyri fíggjarpolitikkin í ES ásett, at limalondini skulu nýta uppgerðir av konjunkturjavnaðum úrsliti (Cyclically Adjusted Balance) hjá tí almenna, tá ið fíggjarpolitikkurin verður lagdur til rættis. Í frágreiðingini verður víst á, at Ísland hevði í 2012 eitt bygnaðarligt hall upp á 3,3%, USA 6,3%, Stóra Bretland 5,8% og í Danmark metti danska fíggjarmálaráðið hallið at vera 0,8%.
Metingin skal takast við fyrivarni, tí hagtalsgrundarlagið fyri slíkari uppgerð er rættiliga veikt. Men ætlanin er at menna meira nágreiniligar uppgerðarhættir, so hvørt sum vitanin og hagtølini innan økið mennast næstu árini.
Fíggjarmálaráðið metir, at tað hevur verið tørvur á tílíkum metingum fyri almenna geiran. Hesar metingar kunnu frameftir vera týðandi íkast, tá ið fíggjar- og búskaparpolitikkur verður lagdur til rættis.