20.01.2012 · Fíggjarmálaráðið

Bústaðamarknaðurin verður nú meira fjøltáttaður

Jørgen Niclasen, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, hevur gjørt tvær nýggjar kunngerðir, sum geva Húsalánsgrunninum víðari heimildir á føroyska bústaðamarknaðinum.

Við nýggju heimildunum verður skjøtul settur á at gera føroyska bústaðamarknaðin meira fjøltáttaðan. Nógv tann størsti parturin av føroyska bústaðamarknaðinum eru vanlig sethús, nakað er av eigaraíbúðum, meðan talið og úrvalið av leiguíbúðum er rættiliga avmarkað.

Stórur tørvur er tí á íbúðahúsum við íbúðum av ymsum slag. Tað veri seg íbúðir til støk, støk við børnum, fólk við serligum tørvi og familjur við lágum inntøkum. Eldri fólk, sum búgva í stórum sethúsum, ynskja í nógvum førum at flyta í eina minni íbúð, men hesin møguleikin er nærum ikki til staðar í dag. Við einum størri úrvali av íbúðum verður latið upp fyri hesum møguleikanum, samstundis sum yngri familjur kunnu útvega sær húsini, sum tey eldru selja.

Fleiri leiguíbúðir geva eisini teimum, sum flyta til landið eftir lokna útbúgving í útlondum, møguleika at seta búgv uttan beinan vegin at skula keypa ella byggja sær eini hús, áðrenn tey endaliga hava avgjørt, hvar tey skulu seta búgv.

Tørvur er eisini á lestrarbýlum. Bara í nøkrum einstøkum førum eru íbúðahús bygd til ung undir útbúgving. Við hesum báðum nýggju heimildunum fær Húsalánsgrunnurin heimild til at útvega og leiga út lestrarbýlir, ella at bjóða lagaliga fígging til sjálvsognarstovnar, sum útvega lestrarbýlir, soleiðis at lesandi kunnu hava ein góðan bústað í útbúgvingartíðini.

Við nýggju heimildunum verða møguleikar skaptir fyri at gera føroyska bústaðamarknaðin munandi meira fjøltáttaðan við einum breiðum úrvali av íbúðum til fólk, sum í dag ikki hava møguleika at finna ein hóskiligan bústað á føroyska bústaðarmarknaðinum undir tryggum viðurskiftum.

Húsalánsgrunnurin hevur seinastu árini fingið nógvar fyrispurningar frá kommunum og felagsskapum kring landið um fígging til at byggja íbúðir av ymsum slag. Eftirspurningurin og áhugin fyri at byggja ymisk sløg av íbúðum er tí stórur.

Hesar báðar nýggju kunngerðirnar geva Húsalánsgrunninum tveir møguleikar at luttaka í íbúðaverkætlanum. Við tí fyrru kunngerðini kann Húsalánsgrunnurin sjálvur ella saman við øðrum byggja, eiga og reka leiguíbúðir. Í hesum førum setir Húsalánsgrunnurin sjálvur pengar í verkætlanina. Við tí seinnu kunngerðini kann Húsalánsgrunnurin veita lán til íbúðastovnar og íbúðafeløg, sum byggja ella á annan hátt útvega íbúðahús. Íbúðastovnarnir ella –feløgini skulu annaðhvørt verða skipaði sum sjálvsognarstovnar ella lutafeløg. Fyrra kunngerðin er longu lýst, meðan seinna kunngerðin er avgreidd úr Fíggjarmálaráðnum og verður lýst í komandi viku.

Fíggjarmálaráðið, 20. januar 2012