Úrslit landskassans verður 500 mió. kr. komandi ár, skuldin minkar meira enn eina milliard, heilsuverkið fær størstu meirjáttanina og ríkisveitingin er nú bert 6% av almennu inntøkunum. Hetta gjørdi Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, greitt, tá hon í dag, vegna samgonguna, legði fram játtanarkarmarnar fyri 2020. Karmarnir leggja fíggjarpolitisku kósina fyri árini 2020-2024.
Vaksandi avlop úr 500 upp í 700 mió. kr.
Komandi fimm árini skal avlopið hjá landskassanum vaksa úr 500 mió. kr. upp í 700 mió. kr. Tað hava Landsstýrið og samgongan sett sær fyri í játtanarkørmunum. Samstundis verður hildið fram við at gera íløgur fyri 4-500 mió. kr. árliga kring alt landið.
Munandi avlopið og nógvu íløgurnar kring landið verða rokkin við einum varligum rakstrarvøkstri, málrættaðum raðfestingum og vaksandi inntøkum, nú búskapurin er í stórari framgongd.
Varligur rakstrarvøkstur og íløgur í vælferð
Rakstrarvøksturin í 2020 verður 3,5%. Hetta er varligur vøkstur sæð í mun til fólkavøksturin, lønarvøkstur og at fólkasamansetingin eldist. Alt hetta leggur trýst á almennu útreiðslurnar. Til samanberingar verður mett, at kommunalu rakstrarútreiðslurnar vaksa um 5% í fjør og í ár.
Størstu meirjáttanirnar til rakstur í 2020 eru:
- Heilsuverkið um 70 mió. kr.
- Pensjón um 40 mió. kr.
- Útbúgving og gransking um 20 mió. kr.
- Heimtøkur av málsøkjum 10-15 mió. kr.
Inntøkuvøkstur vegna framgongd
Inntøkuvøksturin í ár verður væntandi 5%, og ein varlig meting er, at vøksturin í 2020 verður 2,9%.
Stóra framgongdin í samfelagnum hevur havt við sær, at inntøkurnar sum heild eru vaksnar nógv seinastu árini. Samanlagt eru inntøkur landsins øktar nærum 1,3 milliard í samgongutíðarskeiðnum. Hetta svarar til tvífalt ríkisveitingina, ið hevur staðið í stað í sama tíðarskeiði.
Kommunalu inntøkurnar eru eisini vaksnar munandi seinastu árini, eins og inntøkurnar til sosialu skipanirnar, ALS og AMEG. Samanlagt eru samlaðu almennu inntøkurnar hækkaðar umleið 1,8 mia. kr. síðan 2015. Hetta er hent, hóast bæði land og kommunur hava latið skattalættar.
Skuldin minkar meira enn 1 milliard
Munandi avlop hava verið øll árini í samgonguskeiðnum. Samanlagt hava avlopini 2016-2019 verið um 1,4 milliard kr. Við ætlaða avlopinum á 500 mió. kr. í 2020, verður talan um avlop á nærum 2 milliardir kr. eftir fimm árum. Hesi avlop hava økt gjaldførið hjá landinum, og tí ætlar landsstýrið, at skuld landsins verður minkað enn meira í juni 2019, tá ið eitt lán hjá landinum á 1,1 milliard krónur fellur til gjaldingar. Eftir ætlan landsstýrisins minkar skuld landsins nærum 1,7 milliard í samgonguskeiðnum.
Føroyar eru nú meira samhaldsfastar, sjálvbjargnar og tíðarhóskandi
Árið 2019 er fjórða árið hjá verandi samgongu. Landsstýriskvinnan nýtti tí høvið til at taka samanum gongdina seinastu fýra árini. Hon vísti á, at tá ið samgongan tók við, vóru ongar av stóru nýskipanunum framdar. Ótryggleiki valdaði í fiskivinnuni og á pensjónsøkinum. Menningin av heilsuverkinum, almannaøkinum og útbúgvingar- og mentanarøkinum hevði leingi ligið á láni, og landskassin hevði havt hall heili átta ár á rað.
Tá ið samgongan tók við var vøkstur í búskapinum, men hesin vøkstur kom bara teim fáu tilgóðar. Veitingar til m.a. pensjónistar og fyritíðarpensjónistar vóru afturútsigldar og skatturin á lág- og miðalinntøkurnar var ov høgur.
Ongantíð áður eru so grundleggjandi broytingar gjørdar í góðum tíðum. Við broytingum í fiskivinnuni, í alivinnuni, á pensjónsøkinum og við skattaumlegging er tryggjað, at tað er tryggari og liviligari í Føroyum.
Hon greiddi somuleiðis frá, at samgongan hevur alt valskeiðið lagt seg eftir at føra ein varnan og langtíðarhaldføran fíggjarpolitikk við atliti at einum meira jøvnum býti av ríkidøminum, øktari virðisskapan og størri sjálvbjargni. Við skynsama fíggjarpolitikkinum ber til at halda fram við at raðfesta útbúgvingarøkið, almannaøkið og ikki minst heilsuøkið, sum fær omanfyri 70 milliónir krónur í meirjáttan í 2020.
Íløgur kring alt landið
Íløgukarmurin verður 428 mió. kr. í 2020. Hetta er eitt vet minni enn í ár. Árini 2021 til 2024 verður íløgukarmurin árliga millum 427 og 459 mió. kr.
Framgongdin er ikki eins stór í øllum pørtum av landinum. Tí hevur samgongan lagt dent á at gera íløgur kring alt landið fyri at tryggja, at framgongdin í búskapinum í størst møguligan mun kemur øllum samfelagnum til góðar.
Av íløgum í játtanartíðarskeiðnum kunnu m.a. nevnast:
- Miðnám á Kambsdali
- Húsarhaldsskúli í Klaksvík
- Eftirskúli og Ítróttaháskúlin í Suðuroy
- Listaskúli á Sandi
- Tjóðleikhúsið
- Hvalbiartunnilin og síðan Tunlarnir norður um fjall. Gøtudalstunnil og Vestmannatunnil á skrá eftir hetta.
- Tunnilstoymi hækkandi játtan upp í 20 mió. kr. árliga – fyrst Dalstunnilin og síðan Fámjinstunnilin. Tjørnuvík og Gjógv á skrá eftir hetta.
- Eysturoyar- og Sandoyartunlar við tilknýttum vegum
- Hækkandi játtan til viðlíkahald
- Nýggj hølir til Sjóvinnustýrið vesturi í Vágunum
- Havrannsóknarskipið
- Bú- og umlættingardepil til fólk við autismu
- Tríggir nýggir bústovnar til fólk við menningartarni
- Nýtt barnaheim
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum: “Vit hava ongantíð verið so sjálvbjargin búskaparliga sum nú. Heili 94% av samlaðu almennu inntøkunum verða nú fíggjaðar av føroyingum sjálvum. Ríkisveitingin er nú bert 6% av almennu inntøkunum. Samstundis hava vit stór avlop. Vit vilja halda áfram á hesi kós. Játtanarkarmarnir leggja tí lunnar undir vaksandi avlopum upp í 700 mió. kr., ið er væl meira enn ríkisveitingin. Við hesum vilja vit halda áfram við skynsomum fíggjarpolitikki, íløgum kring alt landið, minkandi skuld og raðfestingum, ið flyta okkum framá móti einum enn meira sjálvbjargnum, samhaldsføstum og frælsum Føroyum.”
Tak niður:
Løgtingsmál nr. 174/2018: Uppskot til samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2020
Frágreiðing til játtanarkarmar 2020