26.03.2013 · Fíggjarmálaráðið

Búskaparvøkstur og strukturbroytingar ganga hond í hond

Við nýggju fíggjarkørmunum tryggjar Landsstýrið búskaparligan stabilitet og stimbrar eftirspurningin við øktum almennum løgum. Samstundis verður farið undir at tillaga almenna raksturin, so avlop kann fáast á fíggjarlógina í 2016 - uttan at búskaparvøksturin og kjarnuvælferðin koma í vanda

Nú ábendingar eru um, at búskaparvøksturin heldur fram, sær landsstýrið lagaligu løtuna at fremja neyðugar broytingar.

Fíggjarkarmarnir 2014-2018 leggja upp til at fremja alneyðugar strukturbroytingar, so avlop kann fáast á fíggjarlógina í 2016, og Føroyar kunnu byrja at gjalda skuld niður.

- Nýggju fíggjarkarmarnir vísa eina varliga balansugongd. Øðrumegin ræður um at varðveita tryggar karmar og stimbra eftirspurningin við hægri løgum. Hinumegin er týðandi at gjøgnumføra strukturellar broytingar, so rentuútreiðslur landskassans minka, og endi fæst á hallum og lántøku. Alt hetta, uttan at búskaparvøksturin og kjarnuvælferðin koma í vanda.

Hetta sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú fíggjarkarmarnir fyri 2014-2018 verða almannakunngjørdir.

Ikki liggja sjóvarfallið av sær
Í stuttum bera fíggjarkarmarnir í sær økt løguvirksemi, vaksandi rakstrartiltøk og inntøkutiltøk, ið skulu økja inntøkur landskassans.

Tilsamans vísa karmarnir, at samlaðu rakstrar- og inntøkutiltøkini skulu geva landskassanum 354 mió. kr., tá ið komið verður fram til 2018. Samstundis skal hallið verða vent til javnvág í 2016 og økjast til 140 mió. kr. í 2018.

- At røkka málunum í karmunum kann vera avbjóðandi, men lættari er at fremja broytingar, tá ið búskaparliga rákið er við okkum, enn tá ið rákið er ímóti. Vandin er, at Føroyar enda í rentufelluni við stórari skuld, og tí mugu vit ikki liggja sjóvarfallið av okkum, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.

Fíggjarmálaráðið metir, at nominelli BTÚ-vøksturin verður 3 prosent komandi tvey árini.

Hækkaður íløgukarmur
Løgurnar skulu stimbra virksemið, serliga í byggivinnuni og har av leiddan búskaparvøkstur. Løgukarmurin næsta ár er soleiðis hækkaður til 323 mió. kr. Størstu løgurnar í 2014 eru Skúladepilin við Marknagil, tunnil til Viðareiðis, Landssjúkrahúsið, og bygging og umvæling av almennum bygningum.

Rakstrartiltøk á øllum økjum
Rakstrartiltøk verða framd á øllum málsøkjum, og byrjað verður næsta ár við tiltøkum fyri 30 mió. kr. Tiltøkini økjast til 129 mió. kr. í 2016, og knappar 176 mió. kr. í 2018.

Tiltøkini í almenna rakstrinum fara serliga at fevna um nýskipan innan skúlaverkið, pensjónsøkið og heilsuverkið. Framdar verða eisini rationaliseringar innan almenna geiran við størri denti lagdan á útveitan, felagsútgjaldsskipan og miðsavnan av miðfyrisitingini og harvið eina bíligari fyrisiting.

- Landsstýrið leggur stóran dent á, at kjarnuvælferðin verður varðveitt, so borgarar kunnu kenna seg tryggar við tilgongdina, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.

Munandi fleiri inntøkur
Samstundis, sum løgur og rakstrartiltøk verða framd, skulu inntøkur landskassans økjast.

Inntøkutiltøkini á tilfeingisvinnurnar skulu útvega 145 mió. kr. næsta ár.

Týðandi avbjóðingar skulu loysast
Greiningar hjá Fíggjarmálaráðnum vísa, at loysnir komandi árini eiga at finnast á fylgjandi:

1) bygnaðarliga hallinum á fíggjarlógini, 2) at fáa fleiri tilflytarar, 3) at fáa størri virðisøking í fiskivinnuni og 4) at økja um arbeiðstyrkina fyri at tryggja vælferðina.

- Landsstýrið arbeiðir við hesum avbjóðingum, og við røttum politikki ber til at finna haldførar loysnir. Fíggjarkarmarnir, sum nú liggja í Tinginum, eru á rættari kós, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.


Fíggjarmálaráðið, 26. mars 2013

Fíggjarkarmar við tilhoyrandi skjølum eru til taks á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum www.fmr.fo

Tíðindaskriv í fullari longd

Búskaparfrágreiðing

Framløga

Løgtingsmál nr. 146/2012: Uppskot til samtyktar fyri játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2014