Samlaða vísitalið í føroyska konjunkturbarometrinum er -4 í nýggjastu konjunkturkanningini, sum varð gjørd í januar í ár. Konjunkturbarometrið er sostatt gingið nógv upp seinasta árið. Fyri einum ári síðan var samlaða vísitalið -29, men er í tveimum teimum seinastu kanningunum hækkað aftur upp í -10 í juni 2009 og upp í -4 nú í januar 2010. Vísitalið kann liggja einastaðni ímillum -100 og 100.
Í summar var tað tilfeingisvinnan, har útflutningsvinnurnar eru umboðaðar, ið dróg barometrið upp. Hesuferð er tað føroyski brúkarin og vinnurnar, sum virka á heimliga marknaðinum, ið draga barometirð upp, meðan útflutningsvinnurnar so at siga standa í stað. Vinnurnar á heimliga marknaðinum eru tænastu-, handils- og byggivinnurnar.
Sostatt er búskaparliga ódnarveðri, sum herjaði við fullari styrki í fjør, viknað munandi og tað gongur ímóti ljósari tíðum.
Niðanfyri er stutt lýsing av úrslitunum av konjunkturkanningunum fyri brúkaran og hvørja einstaka vinnugrein
Tilfeingisvinnan
Tað er í høvuðsheitinum bíleggingarnar, goymslan og væntaða framleiðslan, sum hava stýrt vísitalinum hjá tilfeingisvinnuni seinastu tvey árini. Stórt fall var í bíleggingunum hjá tilfeingisvinnunum fram til januar 2009, tá goymslan gjørdist alt ov stór. Í juni 2009 var vøkstur komin í aftur bíleggingarnar, samstundis sum goymslan minkaði munandi. Tað, sum nú heldur vísitalinum í tilfeingisvinnuni uppi er ov lítil vørugoymsla, og vónirnar um at framleiðslan tí fer at økjast. Bíleggingarnar eru lækkaðar aftur síðan í summar, men tær eru væl betri enn somu tíð í fjør.
Tænastuvinnan
Gongdin í tænastuvinnuni hevur verið nakað tann sama. Her minkaði vísitalið nógv fram til januar 2009, men er síðan hækkað aftur í tveimum teimum seinastu kanningunum. Tað var minkandi eftirspurningur, minkandi virksemi og vónirnar um gongdina í virkseminum, sum lógu aftanfyri fallinum í vísitalinum hjá tænastuvinnunum. Tað, sum hevur fingið vísitalið í tænastuvinnuni at hækka aftur, er framgongd í virkseminum, samstundis sum tænastuvinnan væntar, at eftirspurningurin fer at økjast munandi næstu 12 mánaðirnar.
Handilsvinnan
Hjá handilsvinnuni hevur verið stórt fall í vísitalinum, líka fram til juni 2009, men í januar í ár er vísitalið hjá handilsvinnuni eisini hækkað munandi aftur. Tað er søla, goymsla og væntaður eftirspurningur, sum stýra vísitalinum hjá handilsvinnunum. Sølan minkaði heilt nógv frá juni 2008 til juni 2009. Afturgongdin í søluni hevur tó ikki verið líka stór seinasta hálvárið og handilsvinnurnar hava nú eisini væl betri vónir um, at tað fer at ganga frægari við søluni komandi árið.
Byggivinnan
Vístalið hjá byggivinnunum hevur næstan nomið bæði endapunktini í konjunkturbarometrinum, sum strekkir seg frá -100 til 100. Vísitalið hjá byggivinnuni minkaði frá 91 í januar 2007 niður í -80 í januar 2009. Vísitalið er tó hækkað aftur í tveimum teimum seinastu kanningunum. Vísitalið hjá byggivinnuni var -51 í januar í ár. Tað eru bíleggingarnar og væntaði arbeiðstørvurin, sum fær vísitalið hjá byggivinnuni at hækka. Støðan við bíleggingum og arbeiðstørvi hjá byggivinnunum var ógvuliga vánalig í 2009, men hon er nógv batnað í nýggjastu konjunkturkanningini. Nú sær heldur frægari út við bíleggingunum og væntaða arbeiðstørvinum komandi 12 mánaðirnar.
Brúkarin
Fyri brúkaran eru tað framtíðarútlitini fyri fíggjarstøðuna, búskapin, arbeiðsloysi og uppsparingina, sum eru avgerandi fyri, hvønn veg barometrið gongur. Útlitini hjá føroyska brúkarunum um sína egnu fíggjarstøðu og búskapin eru nakað betur nú enn fyri hálvum ári síðan. Føroyski brúkarin er heldur ikki eins svartskygdur um arbeiðsloysið nú, sum í trimum teimum seinastu kanningunum, men ætlanirnar um uppsparing og nýtslu eru eitt sindur ymiskar. Hugurin hjá føroysku brúkarunum til størri keyp og húsaábøtur er nakað betur nú, men hetta sæst ikki beinleiðis aftur í minni uppsparing komandi árið.
Gongdin í konjunkturbarometrinum síðan 2006
Tað er nú hálvt fjórða ár síðan fyrsta kanningin varð gjørd til føroyska konjunkturbarometrið í juni 2006. Í hesum stutta tíðarskeiði hevur búskaparliga veðurlagið verið ógvuliga skiftandi við búskaparligum bráðvøkstri og ógvusligari afturgongd. Konjunkturbarometrið toppaði í januar 2007, tá samlaða vísitalið, ella tað sokallaða treystitalið, kom upp á 47. Tá vendi búskaparliga gongdin brádliga til eina ógvusliga afturgongd. Barometrið náddi botnin í januar 2009, tá samlaða vísitalið var komið niður á -29. Síðan tá er konjunkturbarometrið gingið nógv upp aftur. Samlaða vísitalið er nú -4.
Annars kann í stuttum sigast um árini frá 2006 til nú, at manglandi arbeiðsmegi var størsta avmarkingin fyri, at búskaparligi vøksturin ikki var enn størri fyrstu árini. Hesin trupulleikin loysti seg sjálvan við ógvusligu afturgongdini í eftirspurninginum og virkseminum. Nú er tað fígging og eftirspurningur, sum virka avmarkandi fyri tilfeingisvinnuna, meðan tað í høvuðsheitinum bert er vaksandi eftirspurningur, sum kann fáa gongd aftur á byggivinnuna her á landi.
Føroyska konjunkturbarometrið er sett saman av brúkarum og vinnu, har vinnan er býtt upp í fýra vinnugreinar. Tær fýra vinnugreinarnar eru tilfeingisvinnan, tænastuvinnan, handilsvinnan og byggivinnan. Í samlaða vísitalinum vigar tilfeingisvinnan 40%, tænastuvinnan 30%, brúkararnir 20%, handilsvinnan 5% og byggivinnan 5%.
Samlaða úrslitið av konjunkturbaormetrinum er viðheft niðanfyri