07.04.2010 · Fíggjarmálaráðið

Broytingar til búskaparfrágreiðingina sendar Løgtinginum

Fíggjarmálaráðið hevur í dag sent Løgtinginum broytingar til búskaparfrágreiðingina, sum var latin Løgtinginum saman við uppskotinum um játtarnarkarmar fyri fíggjarlógina 2011.

Figgjarmálaráðið harmast, at neyðugt hevur verið at broyta í fyrstu frágreiðingini. Høvuðsorsøkin er, at í stutta skoðbránum til framløgudagin legði Landsstýrið seg mest eftir at fáa komandi fíggjarár rætt. Politisku samráðingarnar vóru ikki lidnar fyrr enn sama dag, sum frágreiðingin skuldi leggjast fram. Tí var sera trupult at fáa allar fyritreytirnar rættar, og summar beinleiðis villur vóru eisini í frágreiðingini.

Fyrisitingin hevði biðið um eina viku afturat til hetta arbeiðið, men sum nevnt hildu politisku samráðingarnar fram til framløgudagin.

Longu sama dag, sum frágreiðingin var latin Løgtinginum, var munnliga fráboða Løgtinginum, at parturin um ætlaninar frá 2012 til 2015 var ikki fullfíggjaður. Avrátt var við Løgtingsfyrisitingina, at fíggjarmálaráðið skuldi senda broytingarnar eftir páskir.

Ongar broytingar eru gjørdar fyri komandi fíggjarár og fáa broytingarnar tí ongar avleiðingar fyri næsta fíggjarár.

Hinvegin eru broytingarnar í fyritreytunum fyri ætlaninar frá 2012 til
2015 ikki uttan týdning fyri langtíðar fíggjarpolitikkin.

Fíggjarmálaráðið hevur nú sent Løgtinginum broytingarnar saman við eini nýggjari frágreiðing.

Broytingarnar eru

- Lønirnar eru framskrivaðar 2 % árini 2013 – 2015

- Generella inntøkuframskrivingin er fyri árini 2013 – 2015 sett til 4 % ( sama meting sum Búskaparráðið.

- Tølini frá eftilønarreforminum vóru skeiv og skulu vera 7 mió. kr. í
2012 og 2013 og 8 mió. kr. í 2014 og 2015.

- Roknað varð við serligari inntøku orsakað av hækking í felagsskatti og útluting frá almennum partafeløgum.

- Eisini eru rættingar gjørdar í renturokningini.

Sum nevnt hava hesar broytingar ongar avleiðingar fyri 2011, men merkja broytingar fyri ætlanarárini 2012 - 2015. RLÚ-úrslitið í 2015 verður soleiðis 439 mió kr. og ikki 361 mió. kr. sum áður upplýst.

Búskaparfrágreiðing I