01.07.2010 · Fíggjarmálaráðið

Broytingar í umsitingini av Barsilskipanini og kundatænastuni hjá TAKS

Í næstum verða ymiskar broytingar framdar viðvíkjandi umsiting av Barsilsskipanini og ábyrgdarbýtinum millum TAKS og Føroya Gjaldstovu. Endamálið við hesum broytingum er at skapa betri karmar fyri loysn av teimum ymsu uppgávunum, ið stovnarnir hava. Talan verður ikki um nýggj størv, men flyting av størvum millum stovnar í Havn og flyting av trimum størvum úr Havn til Suðuroyar. Eisini er ætlanin nakað seinni at flyta 3 størv afturat til TAKS í Suðuroy.

Umsiting av barsilsskipanini
Upplýsast skal, at Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum og Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum hava avtalað at flyta umsitingina av útgjaldinum frá Barsilsskipanini frá ALS í Tórshavn til TAKS í Suðuroy. Talan verður um 3 størv, ið verða flutt til TAKS í Suðuroy.

Broytingar í ábyrgdarbýtinum millum TAKS og Gjaldstovuna

Fíggjarmálaráðið hevur arbeitt við at loysa felags hølistrupulleikar hjá ávíkavist TAKS og Gjaldstovuni. Ráðið hevur nú tikið avgerð um, hvussu arbeiðsbýtið millum Taks og Gjaldstovuna verður skipað framyvir:

Kundatænastan hjá TAKS flytur niðan á TAKS á Hálsi
Kundatænastan hjá TAKS, sum í dag húsast í Fíggjarmálaráðnum, og sum í dag eisini virkar sum móttøka fyri alt FMR, verður flutt niðan á TAKS á Hálsi, og sostatt kemur TAKS bert at hava eina avgreiðslu í Tórshavn. Starvsfólkini sum í dag arbeiða í Kundatænastuni, flyta í hesum sambandi niðan á Háls.

Virksemið hjá Landsneti verður savnað í Fíggjarmálaráðnum
Landsnet, sum í dag húsast úti í Tinganesi, verður samlað í FMR og flytur niður í niðastu hædd, har Kundatænastan húsast.

Gjaldstovan yvirtekur felagsumsitingina av Fíggjarmálaráðnum
TAKS hevur higartil havt ábyrgdini fyri stovnsnr. 131968, sum er “Felagsfyrisiting hjá Fíggjarmálaráðnum”. Í hesum liggur ábyrgd og rakstur av t.d. køki, vasking, móttøku og viðlíkahaldi. Gjaldstovan yvirtekur ábyrgdina av hesum, og sostatt koma starvsfólkini, sum eru knýtt at hesum funktiónum, at verða skipað undir Gjaldstovuni.

Gjaldstovan kemur sostatt eisini at hava ábyrgdina av móttøkuni í FMR, sum verður skipað av nýggjum. Allarhelst verður fysiski karmurin um móttøkuna broyttur.

Hesar broytingar hava ikki virkna fyrrenn í september, tí ávíst fyrireikingararbeiði skal gerast, áðrenn broytingarnar kunnu gjøgnumførast.

Argir 1. juli 2010

Fíggjarmálaráðið