09.05.2007 · Fíggjarmálaráðið

Bárður Nielsen tekur við nýggjum avbjóðingum.

Bárður Nielsen leggur frá sær sum landsstýrismaður í fíggjarmálum og tekur við nýggjum avbjóðingum í privatu vinnuni

“Hetta er ein sorgblíð avgerð. Politiska starvið hevur verið bæði spennandi og mennandi, men nú standa nýggjar avbjóðingar fyri framman”.

Soleiðis sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum leggur politiska starvið frá sær til fyrimuns fyri eitt leiðandi starv í privatu vinnuni.

Avgerðin hjá landsstýrismanninum ber í sær, at Bárður Nielsen gevst sum landsstýrismaður. Fyribils tekur hann seg úr politikki, og gongst sum ætlað, stillar hann ikki upp aftur til komandi løgtingsval.

Stjóri í Stórutjørn
Í næstum tekur Bárður Nielsen við sum stjóri í felagnum, ið stendur fyri størstu verkætlan í føroyskari byggi- og handilssøgu, Stórutjørn.

“Eftir mínum tykki er Stjóratjarnarverkætlanin meira enn ein stór byggiætlan. Gongst eftir vild, kann verkætlanin flyta føroyska samfelagið og vinnuna væl fram á leið, og hesum havi eg hug at gerast partur av”, sigur Bárður Nielsen.

Týðandi framstig
Í starvi sínum sum landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur Bárður Nielsen m.a. staðið á odda fyri einum týðandi skattareformi og at reka ein arbeiðsskapandi og búskaparliga vakstrarfremjandi politikk í einari tíð, har stígur var í búskapinum.

“Vit kunnu øll fegnast um, at búskaparliga niðurgongdin er vend til stóra framgongd, og at avlop aftur er hjá landskassanum”, sigur fráfarandi landsstýrismaðurin, ið annars vísir á fleiri mál, ið eru avgreidd ella standa til endaliga avgreiðslu:

• Skattalógin er altjóðagjørd, og t.d. hevur FAS-skipanin fleiri skip skrásett enn nakrantíð
• Kapitalvinningsskattalógin er dagførd, so øll verða skattað eins
• Betri skipað viðurskifti á almenna arbeiðsmarknaðinum við longri sáttmálaskeiði og rímiligum lønarvøkstri, ið samfelagið eigur at kunna bera, uttan at kappingarførið skalast
• Einskiljingin av Føroya Banka er avgreidd politiskt, og nú er bert sjálv sølan eftir
• 20. juni verður dupultskattaavtala undirskrivað við Bretland
• Nýggj lóg um avgjøld á umhvørvisvinarligar bilar er klár at leggja fyri Tingið


Takkar fyri seg
Nú politiska virksemið lækkar móti endanum takkar landsstýrismaðurin øllum pørtum fyri gott samstarv.

“Veljararnir hava størstu tøkkina uppiborna. Uttan teirra stuðul fekk eg ongantíð upplivingina at arbeiða í politikki. Starvsfelagarnir í Landsstýrinum og Tinginum eiga tøkk uppiborna fyri gott samstarv øll árini. Starvsfólkini á mínum málsøkjum í landsstýrinum eru fakliga dugnalig, og teimum takki eg eisini inniliga. Sambandsflokkurin eigur serliga tøkk fyri álitið at lata meg røkja landsstýrisstarv vegna flokkin”, sigur Bárður Nielsen.

Bárður Nielsen er 35 ára gamal og hevur verið landsstýrismaður í fíggjarmálum síðani 2004. Hann kom fyrstu ferð í Løgtingið í 2002 umboðandi Sambandsflokkin.

Argir, tann 9. mai 2007
Fíggjarmálaráðið