Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, bað fíggjarnevnd løgtingsins um 2,1 mió. kr. til Skopunar havn soleiðis, at grót kann flytast í bráðskundi í summar fyri at sleppa undan ov nógvum avlýsingum vegna veður í vetur. Á fundi 16. juli játtaði fíggjarnevndin umbønini um eykajáttan. Avtala er í dag undirskrivað við J&K Petersen um at gera arbeiðið, sum ætlandi verður liðugt í september. Flakin, sum skal brúkast til arbeiðið, verður væntandi í Føroyum um 3 vikur.Arbeiðið snýr seg um at beina burtur stórt grót á botninum, sum er til miklan ampa fyri siglingina hjá strandfaraskipinum Teistanum.
Umbønin frá fíggjarmálaráðharranum á 2,1 mió. kr. skal síggjast í ljósinum av, at grótið í innsiglingini við Skopunar havn í bráðskundi kann beinast burtur í summar, so tað slepst undan ov nógvum avlýsingum hjá Teistanum í vetur vegna veður.
Á fundi hin 16. juli játtaði fíggjarnevndin umbønini um eykajáttan.
"Eg fegnist um, at vit fingu loyst hetta mál í skundi, soleiðis at vit hava eina størri trygd fyri, at vit ikki koma at hava nógvar avlýsingar á Sandoyarleiðini í vetur" sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri
Ætlanin er at rudda grót burtur av einum øki, sum er umleið 300 fermetrar til støddar og hevur eitt minsta dýpi á 7,2 metrar á miðalvatnstøðu. Ruddað verður á eini linju, sum varðveitir breiddina í innsiglingini. Grótið verður flutt frá gáttini innan fyri innsiglingina og lagt út á dýpið uttan fyri havnalagið.
Landsverk hevur ídag undirskrivað avtalu við J&K Petersen um at gera arbeiðið, sum eftir ætlan verður liðugt í september mánaða. Flakin, sum skal brúkast til arbeiðið, verður væntandi í Føroyum um 3 vikur.