Avtalan hevur við sær, at røktarheimið, ið higartil hevur verið átt av einum sjálvsognarstovni, nú verður ogn hjá kommununum í Vágum. Tá kommunurnar hava yvirtikið heimið, verður farið undir umfatandi umvælingararbeiði, sum kommunurnar koma at standa fyri og hava ábyrgdina av.
Treytað av samtykt løgtingsins, veitir landsstýrið Vága kommunu og Sørvágs kommunu lán úr landskassanum á íalt 31,5 mió. kr., ið skal nýtast til umvælingararbeiðið. Bæði ognarluturin í heiminum og lánsupphæddin verður lutað millum kommunurnar eftir fólkatali.
Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, og Annika Olsen, almannamálaráðharri, fegnast um, at ein endalig loysn nú er komin undir land. “Vit hava leingi hoyrt og sæð, at umstøðurnar á Sýnini ikki hava verið nøktandi, og tí fegnast vit um, at slóðað nú er fyri einari loysn, sum ger at farast kann undir at bøta um hesi viðurskifti. Tað er umráðandi at starvsfólk, búfólk og avvarðandi aftur kunnu kenna seg trygg og trívast á heiminum, og tað vóna vit, at henda avtalan kann virka við til,” siga Annika Olsen og Jørgen Niclasen.
Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu, og Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, fegnast eisini um, at gongd nú kann koma á umvælingararbeiðið. “Hetta er eitt mál, sum vit hava raðfest ógvuliga høgt, og tí fegnast vit um, at henda avtalan nú er undirskrivað,” siga Rósa Samuelsen og Sune Jacobsen