Týsdagin á middegi verður fundur í Reykjavík millum Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í figgjarmálum, og íslendska starvsbróður hansara Árna Mathiesen.
Teir skulu á fundinum avtala praktisku viðurskiftini viðvíkjandi gjaldførisláninum, sum Føroyar skulu veita Íslandi. Føroyar hava boðið Íslandi at lána 300 mió. kr.
Lániavtalan, sum verður undirskrivað á fundinum, verður løgd fyri Løgtingið, sum skal geva endaligu heimildina til landsstýrið at veita Íslandi lánið.
Argir, tann 17. november 2008
Fíggjarmálaráðið