Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, skal týsdagin hitta íslendska fíggjarmálaráðharran Árna Mathiesen í Reykjavík.
Teir báðir skulu avtala praktisku viðurskiftini í sambandi við gjaldførislánið, sum Føroyar skulu veita Íslandi.
Úrslitið av fundinum verður lagt fyri løgtingið, sum skal endaliga góðkenna, at Føroyar skulu lána Íslandi 300 mió kr í gjaldførisláni, og hvussu tað skal gerast.
Við landsstýrismanninum vera Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, og Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóri í fíggjarmálaráðnum.
Argir, tann 15. november 2008
Fíggjarmálaráðið