23.06.2006 · Fíggjarmálaráðið

Avlop skal á aftur fíggjarlógina

Eitt høvuðsmál við fíggjarpolitikkinum í 2007 verður at fáa avlop aftur á fíggjarlógina

Ekspansivi og arbeiðsskapandi fíggjarpolitikkurin seinnu árini hevur tænt sínum endamáli, og búskaparligu fortreytirnar eru tí vorðnar øðrvísi. Høvuðsmálið er nú at fáa avlop á aftur fíggjarlógina longu næsta ár.

“Førdi politikkurin hevur eydnast. Búskaparlig stagnatión hevur merkt búskapin, og tí er rikin ein arbeiðsskapandi og ekspansivur fíggjarpolitikkur. Endamálið var at halda samfelagshjólunum malandi, og hall hava tí verið á fíggjarlógini. Nú er búskapurin eftir øllum at døma í vøkstri, og brúk er fyri nýggjum fíggjarpolitikki. Málið fyri 2007 er at fáa avlop á fíggjarlógina. Virksemið er stórt, og tørvur er á arbeiðsmegi, serliga innan byggivinnuna. Tað hevur tí sera stóran týdning, at landið ikki økir sínar útreiðslur ov nógv og stimbrar búskaparliga virksemið, soleiðis at føroyski búskapurin verður yvirupphitaður. Manglandi arbeiðsmegi er ein samlaður trupulleiki í øllum Norðurlondum, og tí kunnu vit ikki forsvara at flyta inn arbeiðsmegi úr okkara grannalondum”, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Fíggjarlógararbeiðið er í gongd, og enn kann einki sigast um støddina á avlopinum.

Á fundi millum norðurlendsku fíggjarmálaráðharrarnar í Oslu herfyri kom fram, at øll Norðurlond uttan Føroyar hava avlop á sínum fíggjarlógum.

“Búskaparvøkstur hevur verið í londunum, og tí hava tey avlop. Føroyski búskapurin stendur nú helst fyri einum skeiði við vøkstri. Inflatiónin er lág og arbeiðsloysið somuleiðis. Tí er málið hjá landsstýrinum í tráð við norðurlendska rákið, at eisini vit hava avlop á fíggjarlógini”, sigur Bárður Nielsen.

Nevnast kann, at í Svøríki er málið fyri 2007 eitt miðalavlop á fíggjarlógini svarandi til 2% av BTÚ. Í Danmark skal fíggjarlógaravlopið liggja millum 0,5-1,5% av BTÚ. Um Føroyar settu sær sama mál, skuldi avlopið á føroysku fíggjarlógini ligið millum 50 og 200 mió. kr.



Argir, tann 23. juni 2006
Fíggjarmálaráðið


Meira fæst at vita við at venda sær til Fíggjarmálaráðið á tlf 352020.