07.07.2009 · Fíggjarmálaráðið

Ávirkan á búskapin av lønarsteðgi er lítil

Kjak hevur seinastu dagarnir verið um virknaðin av almennum lønarsteðgi á samlaða føroyska búskapin. Fíggjarmálaráðið ynskir í tí sambandi at kunna um vanligu hugsanina um ávirkanini á búskapin av broytingum í lønarlagnum, og um meting Fíggjarmálaráðsins av lønarsteðgi hjá tí almenna í Føroyum.
Tá tað almenna ger búskaparlig tiltøk, er greitt, at tílík tiltøk hava virknað á BTÚ, bæði beinleiðis og óbeinleiðis. Til dømis, um tað almenna brúkar 1 mió. til íløgur, gevur hetta inntøkur til fyritøkur og arbeiðsfólk, ið brúka sína inntøka at keypa vørur og tænasturog so framvegis. Búskaparligi virknaðurin av tí eini milliónini verður tí størri enn beinleiðis útreiðslan hjá ti almenna. Hesin virknaðurin á búskapin er kendur innan búskaparfrøðina sum fíggjarvirknaðurin.
Í altjóða høpi eru gjørdar fleiri kanningar av støddina á fíggjarvirknaðinum, og er komið fram til, at virknaðurin frá ymiskum búskapartiltøkum hevur ymiska styrki, tá tað um ávirkan á búskapin ræður.
Fíggjarmálaráðið hevur kanna hvussu ymisku tiltøkini raka, og er niðurstøðan, at broytingar í lønarlagnum, herundir lønarsteðgur, krónu fyri krónu hevur millum minstu ávirkanina á búskap og BTÚ. Orsøkin er serliga, at av lønarvøkstri fer stórur partur til skatt, og av tí sum er eftir skatt fer stórur partur til avgjøld (t.d. MVG) og til uppsparing.
Hetta er sama støða í hinum Norðanlondum, t.d. verður víst til hjálagda rit frá danska fíggjarmálaráðnum, har tað sæst, at virknaðurin frá lønarbroytingum er munandi lægri enn frá t.d. almennum íløgum ella um fólk verða sett í ella søgd úr starvi. Tað sæst millum annað í ritinum, at flestu aðrar almennar útreiðslubroytingar í Danmark hava virknað sum hava meira enn 10 ferðir sterkari ávirkan á búskapin enn lønarbroytingar hava. Lítil orsøk er at halda, at almenn búskapartiltøk virka stórt øðrvísi í Føroyum. Almennar lønarbroytingar eru sostatt av mildastu tiltøkum, ið gerast kunnu, tá tað kemur til búskapartiltøk.
Rætt er, at lønarsteðgur hevur tálmandi virknað á búskapin, men er hesin virknaðurin avmarkaður, og er avgjørt ikki í nánd av teimum 80 mió. kr. sum hava verið nevndar.
Hinvegin, so er framskrivaða undirskotið á fíggjarlógini 2010 so mikið stórt, at skjóta skuldarøkingin hjá landskassanum kann skapa stórar trupulleikar um fá ár. Avmarkaður negativur fíggjarvirknaður eigir tí at vera góðtikin fyri at fáa langtíðarjavnvág á fíggjarlógina og fyri at tryggja haldføran føroyskan búskap.


Hjálagt: ”2.4. Appendiks: Revisison af metodegrundlag for finanseffektberegningen” (Danska Fíggjarmálaráðið 2004)