Miðskeiðis í 2008 tók Fíggjarmálaráðið á Argjum eina nýggja skipan í nýtslu, sum gagnnýtir avlopshitan úr servararúminum til at hita bygningin upp við. Nú, skipanin er roynd í hálvt annað ár, kann staðfestast, at árliga oljunýtslan er fallin 35%. Í 2009 var oljunýtslan í Fíggjarmálaráðnum næstan 31.000 litrar, samanborið við eina árliga miðalnýtslu á góðar 47.000 litrar í árunum frá 2005 til 2007. Árliga CO2-útlátið er sostatt minkað umleið 50 tons.
Íløgan í skipanina hevur kostað 560.000 kr. uttan mvg, men íløgan verður spard inn aftur við minni oljunýtslu. Við dagsins oljuprísi, tekur tað góð 7 ár at spara íløguna inn aftur.
Tað almenna eigur at ganga undan við at royna slíkar skipanir, sum kunnu minka um føroysku oljunýtsluna. Tað hevur stóran umhvørvisligan og samfelagsbúskaparligan týdning at minka um føroysku oljunýtsluna. Hetta minkar um føroyska CO2-útlátið, Føroyar verða minni bundnar av olju sum orkukeldu og úrslitið á handilsjavnanum verður betri.