Talan er um beinleiðis villleiðing, tá ið andstøðuumboðini í Løgtingsins fíggjarnevnd føra fram í álitum, sum eru løgd fyri Løgtingið í fleiri fíggjarmálum, at borgarin skal rinda 200 mió. kr. meira komandi ár í skatti- og avgjøldum.
Tvørturímóti fáa flestu føroyingar næsta ár fleiri pengar millum hendurnar. Familjur við láginntøkum fáa um 12.000 kr. meira at liva av í 2016 - og hetta enntá eftir at øll gjøld eru íroknað - og fólkapensjónistar, ið bert hava fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva av, fáa um 4.600 kr. meira at liva av í 2016. Verða hækkaðu gjøldini til eitt nú Samhaldafasta, Heilsutrygd, Barsilsskipanina og tinglýsing drigin frá stóra skattalættanum til lág- og miðallønt, fær borgaran tilsamans minst 80 mió. kr. meira komandi ár.
Minnilutin í fíggjarnevndini heldur seg heldur ikki til røttu tølini, tá ið hesin leggur samgonguna undir at krevja omanfyri 350 mió. kr. frá fiski- og alivinnuni komandi ár. Sambært uppskotinum til fíggjarlóg væntar samgongan at fáa 286 mió. kr. tilsamans frá tilfeingisgjøldum frá ali- og fiskivinnuni. Upphæddin er enntá lægri enn tann, sum undanfarna samgonga sjálv ætlaði at fáa inn frá ali- og fiskivinnuni, tá ið fíggjarkarmarnir fyri 2016 vórðu lagdir fram í vár. Tá fráboðaði og samtykti táverandi samgonga, at hon fór at hækka tilfeingisinntøkur landsins við 95 mió. kr. í 2016. Hetta skuldi sostatt koma afturat teimum 196 mió. kr., ið undanfana samgonga longu hevði tikið inn í fíggjarlógini fyri 2015, tvs. samanlagt 291 mió. kr.
Tað harmar meg, at somu umboð, ið seinastu fýra árini ikki hava megnað at fáa avlop á landsins fíggjarlóg, hóast søguliga góðar tíðir, nú eru ímóti øllum átøkum at venda halli til avlop og at tryggja ein fult fíggjaðan skattalætta til lág- og miðallønt, og hartil nú eisini nýta beinleiðis skeiv tøl og harvið villeiða.
Veruleikin er grundleggjandi øðrvísi enn tað, ið andstøðuumboðini fráboða í álitum sínum til Løgtingið.
Tí loksins fáa tey, sum ikki fingu lut í flatskattalættanum, ein skattalætta, sum munar. Loksins fáa vit eitt javnari býti av landsins virðum, ið ger tað liviligari hjá øllum. Og loksins vera verulig stig tikin móti einum haldførum og sjálvbjargnum føroyskum búskapi.
Kristina Háfoss
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum