Í dag hevur Carla Sands, amerikanska sendikvinnan í Danmark, verið á vitjan hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu.
Landsstýriskvinnan greiddi frá støðuni í føroyska búskapinum, búskaparpolitikk landsstýrisins, pensjónsnýskipanina og menningarmøguleikar fyri framman. Eisini varð búskaparliga støðan í USA umrødd.
Ein møgulig dupultskattaavtala millum Føroyar og USA varð eisini umrødd, eins og kunnað varð um altjóða skattasamstarv Føroya, herundir at Føroyar nú eru limir í altjóða skattafelagsskapinum Global Forum.