03.05.2006 · Fíggjarmálaráðið

Altjóða viðurkenning til føroyskar pengaseðlar

Nýggi føroyski 1.000 krónur-seðilin er kosin “Ársins Pengaseðil 2006”. Tað er The International Bank Note Society, ein altjóða áhugafelagsskapur fyri pengaseðlasavnarar, ið hevur peikað á føroyska pengaseðilin til hendan heiður.

Ein stórur heiður er fallin Føroyum í lut, tá tað snýr seg um útgávu av pengaseðlum. The International Bank Note Society (IBNS), ein altjóða áhugafelagsskapur fyri pengaseðlasavnarar, hevur júst kosið tann nýggja føroyska 1.000 krónur-seðilin “Ársins Pengaseðil”.

Í einari fráboðan frá IBNS ynskir formaðurin í felagsskapinum, Peter Symes, Føroyum og Tjóðbankanum tillukku við heiðurinum. Gjaldoyramál er danskt málsøki.

“Heiðurin, Ársins Pengaseðil 2006, verður latin einum pengaseðli, sum varð útgivin í 2005, og sum dómararnir halda vera seðilin, ið á best skikkaðan hátt sameinir listarligar dygdir, nýhugsan og trygd. Vit halda, at hesin seðilin hevur heiðurin fult uppibornan”, skrivar The International Bank Note Society m.a. í brævi til tjóðbankastjóran, Nils Bernstein.

Føroyski seðilin er óvanligur, vakur og tryggur alt um eina leið, heldur dómsnevndin hjá IBNS.

Í grundgevingini fyri at kjósa føroyska 1.000 krónur-seðilin vísir dómsnevndin m.a. á motivini, ið listamaðurin, Zacharias Heinesen, hevur gjørt. Dómararnir vísa á, at meðan flestu pengaseðlar hava motiv, ið upprunaliga eru fotograferað ella teknað, er seinasta røðin av føroyskum pengaseðlum prýdd við myndum úr vatnlitum. Higartil hevur bert í undantaksføri hepnast útgevarum at fáa góðar og vakrar pengaseðlar við vatnlitsmyndum.

Felagsskapurin sigur seg viðurkenna eitt “framúr gott íkast til menningina av pappírspeningi”.

“Hetta er ein sera gleðiligur tilburður og ein altjóða viðurkenning, sum vit í Føroyum bert kunnu fegnast um”, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.


Argir, tann 3. mai 2006

Fíggjarmálaráðið


Fíggjarmálaráðið hjálpir við faktuellum spurningum til omanfyri nevnda mál.
Viðmerkingar og nærri upplýsningar fáast frá Fíggjarmálaráðnum, á telefon 352020

Seðilin sæst her