31.01.2008 · Fíggjarmálaráðið

Aftursvar frá Fíggjarmálaráðnum um skuldsetingarnar frá Norðlýsinum

Sum kunnugt, er Fíggjarmálaráðið á heimasíðuni hjá Norðlýsinum nevnt sum avsendari av skuldsetingum móti Høgna Hoydal, løgtingsmanni.

Ráðið hevur nú, innan galdandi kt-trygdarpolitikk, kannað hetta málið og niðurstøðan er, at tað ikki er grundarlag at fara víðari við málinum.

Tær upplýsingar, sum Norðlýsið hevur lagt fyri Fíggjarmálaráðið, eru av einum slíkum slagi, at tær tøkniliga kunnu verða skrivaðar av einum og hvørjum.

Ráðið harmast, at Norðlýsið á slíkum óvissum grundarlagi hevur reist illgruna til øll starvsfólk í Fíggjarmálaráðnum. Talan er ikki bert um starvsfólk í sjálvum Fíggjarmálaráðnum, men eisini á stovnum undir ráðnum, umleið 220 fólk.

Fíggjarmálaráðið hevur tó nýtt høvið at minna síni starvsfólk á framhaldandi at halda seg til KT-trygdarpolitikkin fyri ráðið og stovnar undir ráðnum. Herundir at vísa neyðugt skynsemi í smb. við nýtslu av alnetinum.


Fíggjarmálaráðið, 30. januar 2008