30.11.2008 · Fíggjarmálaráðið

Ætlanini um at leggja toll á tollfría innflutningin av tubbaksvørum er fyribils slept.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur fyribils slept ætlanini um at leggja toll á tollfría innflutningin av tubbaksvørum.

Ætlanin hjá landsstýrismanninum var, at skipanin við at ein kundi taka við sær 200 sigarettir tollfrítt inn á landið, skuldi steðga pr. 1. desember 2008. Hóast fleiri góðar orsøkir kunnu vera til eitt slíkt stig, so hevur landsstýrismaðurin lagt serligan dent á, at hetta inntriv var fyri at útvega meirinntøkur til eina fíggjarlóg fyri 2009, sum kemur at dragast við fleiri hundrað milliónir í halli. Hetta inntriv hevði givið landskassanum uml. 18 mió. kr.

Hetta inntriv hevði ikki stillað nakrar borgarar verri í mun til aðrar, men heldur javnsett tey mongu. Heldur ikki hevði hetta inntriv havt negativa ávirkan á virksemi í landinum.

Men landsstýrismaðurin má bert staðfesta, at hann ikki fær undirtøku fyri hesum inntrivi í samgonguni. Um málið kemur fram aftur, tá fíggjarligi veruleikin gerst meira ítøkiligur, enn hann longu er, vil bert tíðin vísa.

Landsstýrismaðurin fer í morgin at boða Løgtingsins Fíggjarnevnd frá hesum, so innroknaðu inntøkurnar upp á 18 mió. kr. verða tiknar útaftur.



Fíggjarmálaráðið, 30. november 2008