Avlop aftur á fíggjarlógina í 2016 og harvið at fáa tamarhald á vaksandi skuldina hjá landskassanum er høvuðsmálið við uppskotinum til játtanarkarmar 2013-2017.
Til tess at fáa avlop aftur á fíggjarlógina í 2016 skulu stórar nýskipanir fremjast í almenna bygnaðinum komandi 5 árini. Hetta er galdandi fyri bæði inntøku- og útreiðslusíðu. Harumframt er eisini neyðugt við rationaliseringum og samanleggingum í almenna geiranum. Neyðugt er at fáa sum mest fyri hvørja skattakrónu.
Í uppskotinum til játtanarkarmar hevur landsstýrið uppskot um heilsunýskipan og skúlanýskipan. Eisini skal pensjónsnýskipanin setast í verk. Hesar nýskipanir eru neyðugar fyri at framtíðartryggja okkum høgt tænastustøði fyri lægri kostnað. Eisini skal gerast fiskivinnunýskipan, sum gevur vinnuni tryggari og varandi karmar og sum eisini gevur landskassanum fleiri inntøkur.
Nakrar raðfestingar eru gjørdar fyri fíggjarárið 2013. Høvuðsraðfestingarnar fara til útbúgvingarøkið og almannaøkið, við fleiri nýggjum røktarheimum og heimum til fólk við serligum tørvi, umframt at rúm er gjørt fyri fleiri næmingum á miðnámi.
Fyri at tryggja virksemið, hevur landsstýrið valt at hava hægri løgukarm, sum næstu árini verður áleið 300 mió. kr. árliga. Hóast valt er framhaldandi at útbyggja infrakervið, vil landsstýrið næstu 4 árini brúka yvir 60% av løgukarminum til almanna-, heilsu- og skúlaøkið. Hetta er bygging av bygningum, t.v.s. mest virksemisskapandi løgur.
Fyri at skapa fortreytir fyri vøkstri í føroyska búskapinum var nýggj flatskattaskipan longu sett í gildi 1. januar í ár. Nýggja flatskattaskipanin, við lægri marginalskatti, fer at skapa umstøður fyri, at væl skikkað arbeiðsmegi fer at búleikast í Føroyum. Tað leggur lunnar undir nýggjar vinnur í føroyska samfelagnum. Hetta nevnir Búskaparráðið eisini í várfrágreiðingini 2012:
“Nakrar tænastufyritøkur veita tænastur, sum krevja serligar førleikar av starvsfólkunum, og rinda tí løn, sum liggur yvir miðal sammett við aðrar fyritøkur. Talan kann vera um fyritøkur, sum veita tænastur til útflutnings, meðan aðrar veita tænastur heima í kapping við útlendskar fyritøkur. Tílíkar fyritøkur kunnu fáa styrkt sítt kappingarføri um føroyska arbeiðsmegi sammett við útlendskar fyritøkur, tá ið skatturin av arbeiði lækkar. Tí kann møguleiki eisini vera fyri øktari framleiðslu í hesum vinnum, sum tó kann væntast at taka tíð, tí at økt framleiðsla helst krevur fyrireiking.”
Onnur viðurskifti, sum hava stóran týdning fyri at fáa fólk at støðast í Føroyum, og fyri at fáa føroyingar at flyta heimaftur til Føroyar, eru útbúgvingar- og bústaðaviðurskiftini. Her eru eisini glottar fyri framman. Spakin verður skjótt settur í til nýggja miðnámsskúlan í Marknagili, ið er størsta byggiverkætlan í Føroyum í nýggjari tíð, og fyri at gera bústaðamarknaðin meira fjøltáttaðan, fekk Húsalánsgrunnurin fyri stuttari tíð síðani víðkaðar heimildir at virka undir.
Við broytingunum, sum landsstýrið hevur lagt í uppskotið um játtanarkarmar, verður yvirskot á fíggjarlógini fyri 2016.
Løgtingsmál nr. 187/2011: Uppskot til samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2013