Umleið 60 mió. kr. í bundnari samansparing í føroysku peningastovnunum verða leysgivnar 1. juli í ár. Hetta er tann sokallaða samansparingin til sethúsabygging, sum landskassin hevur stuðlað við 3% í árligum rentustuðli.
Føroysku peningastovnarnir hava í nógv ár havt eitt tilboð til kundar sínar, sum kallast “Samansparing til sethúsabygging”. Hesar samansparingskonturnar hava umframt rentuna frá peningastovnunum eisini fingið 3% í árligum rentustuðli úr landskassanum. Fyri at fáa rentustuðulin úr landskassanum, bant kundin seg til, at samansparingin varð brúkt til endamálið. Hetta varð gjørt við skrivligari avtalu, tá kontan varð stovnað. Varð samansparingin ikki brúkt til endamálið, skuldi søkjast skrivliga um at fáa samansparingina leysgivna. Varð samansparingin leysgivin til annað endamál ella ikki brúkt til endamálið innan 8 ár, skuldi rentustuðulin gjaldast aftur til landskassan.
Skipanin við rentustuðli úr landskassanum til samansparing til sethúsabyggin fer úr gildi 1. juli í ár. Tað merkir, at tær umleið 60 mió. kr., sum standa bundnar í hesi samansparingini, samstundis verða leysgivnar treytaleyst.
Við at strika skipanina fer landskassin at spara umleið 1,7 mió. kr. um árið. Sparingin í ár verður tí umleið 850 t. kr., og hon er brúkt sum eitt íkast til at fáa seinastu eykajáttanina útreiðsluneutrala, har millum annað 1 mió. kr. eyka skuldi brúkast til koppseting ímoti lívmóðurhálskrabba.
Fíggjarmálaráðið, 26. juni 2009