20.11.2003 · Fíggjarmálaráðið

30 milliónir spardar í rentum á fíggjarlógini næsta ár

Tíðindaskriv

30 milliónir spardar í rentum á fíggjarlógini næsta ár

Eftir at kostnaður er settur á nýggju lánsbrøvini hjá Landsstýrinum, er greitt, at rentusparingin á fíggjarlógini fyri 2004 verður 30 milliónir krónur.
Hetta er peningur, sum landskassin sparir við at umfíggja skuld til danska statin.

Fyrrapartin kl. 10.00 kom prísur á lánsbrøvini hjá Føroya Landsstýri, sum verða givin út í komandi viku.

Tað merkir, at kursur og renta til íleggjarar nú eru ásett. Tað er marknaðurin, ið ásetur kursin á teimum trimum røðunum av lánsbrøvum, ið hava ymiska lánstíð og rentu.

Kursur og renta eru hesi:

Lánsbrævarøð Kursur Renta
2003/2004 99,42 2,595
2003/2006 99,725 3,598
2003/2008 100,129 4,221

Kurs- og rentuásetingin merkja, at almennu Føroyar spara 30 milliónir krónur í rentum á fíggjarlógini fyri 2004. Hetta er peningur, sum landskassin skuldi rinda danska statinum í rentu- útreiðslum. Av tí at landskassin fer at gjalda ein stóran eyka avdrátt og umfíggjað skuld til statin, verða rentuútreiðslurnar 30 milliónir krónur minni í 2004.

Av einum láni, sum tilsamans er 3,4 milliardir krónur, fer landsstýrið at gjalda 1,7 milliardir krónur aftur í einum avdrátti.

Landsbanki Føroya og Nordea Bank fyriskipa lánsbrævaútgávuna hjá landsstýrinum,
og Føroya Sparikassi og Kaupthing Føroyar eru með-fyriskiparar.

Lansbrøvini verða seld í Føroyum og uttanlands.

Karsten Hansen
landsstýrismaður