Kringvarpið bar í gjár tey tíðindi, at Fíggjarmálaráðið hevur goldið 26.000 kr. fyri at rættlesa lógaruppskotið um Húsalánsgrunnin. Hesi tíðindi hevur Kringvarpið íspunnið, tí Fíggjarmálaráðið kennir einki til nakra rokning fyri at rættlesa lógaruppskotið um Húsalánsgrunnin.
Fíggjarmálaráðið hevur upplýst fyri Kringvarpinum, at ráðið hevur goldið góðar 26.000 kr. fyri løgfrøðiliga ráðgeving og vegleiðing til at gera lógaruppskotið um Húsalánsgrunnin. Løgfrøðilig ráðgeving og vegleiðing er ikki rættlesing.