Álitið á føroyska búskapin er gott. Altjóða ratingstovnurin, Moody’s Investor Service, gevur landsstýrinum og føroyska búskapinum sera gott skoðsmál við skuldarratingini Aa2. Hetta ber í sær, at Landsstýrið kann læna á altjóða marknaðum fyri kappingarføran kostnað
Fíggjarmálaráðið fegnast um at almannakunngera, at Moody’s Investor Service (Moody’s), ið er annar av tveimum leiðandi skuldarratingarstovnum í heiminum, hevur tillutað Føroya Landsstýri eina skuldarrating, sum er Aa2.
Ratingin er latin Landsstýrinum í dag tann 04.03.2008.
Høg rating til Føroya
Talan er um eina høga rating, ið umboðar sera høga skuldardygd. Tað merkir, at álitið á Landsstýrið og føroyska búskapin er gott.
Aa2-ratingin hjá Landsstýrinum er bert tvey stig frá hægst møguligu rating. Hon svarar til ratingina, ið Moody’s hevur tillutað Italia og Portugal. Somu rating hava eisini evropeisku lokalu stjórnirnar á Tenerife, Madeira og Vallonia-landspartinum í Belgia.
Úrslit av góðum fíggjarúrslitum
Í ratingfrágreiðing síni leggur Moody’s dent á, at ratingin er úrslit av góðum fíggjarligum avrikum hjá Føroyum, skynsamari fíggjarstýring og sunnum búskapi, eins og stórum sannlíkindum fyri stuðli frá donskum mydugleikum í einari fíggjarligari kreppustøðu. Líknandi ella hægri stuðul er eisini íroknaður í ratingina hjá lokalstjórnum í Evropa.
Moody’s vísir á, at útlit eru fyri, at Føroyar kunnu varðveita høgu ratingina, hóast Landsstýrið hevur avbjóðingar í at troyta fiskastovnarnar og at stýra kommunubúskapinum.
Lána til kappingarføran kostnað
Ratingin merkir, at tann góða fíggjarstýringin hjá Landsstýrinum frameftir verður áhaldandi eftirkannað. Viðlíkahaldið av ratingini merkir, at Føroya Landsstýri kann læna á altjóða marknaðum fyri kappingarføran kostnað, so leingi íleggjarar ikki verða kløkkaðir av knappligum broytingum í ratingini.
Hægst møguliga ratingin er Aaa, og hesa landsrating hava lond sum t.d. Danmark, Noreg, Svøríki, Finland og Ísland.
Liva upp til álitið
- Hetta er ein álitisváttan til Føroya, og eg fegnist stórliga um, at álit er á búskapin og fíggjarstýringina. Tað hevur sínar greiðu fyrimunir, at Moody’s javnan hyggur at føroyska búskapinum og fíggjarstýringini, tí tað gevur í sjálvum sær trúvirði. Nýggja landsstýrið ætlar at liva fult upp til álitið við at reka ein skilagóðan fíggjar- og búskaparpolitikk, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Argir, tann 4. mars 2008
Fíggjarmálaráðið
Viðmerkingar til politiska týdningin av, at Føroyar nú eru rataðar hjá Moody’s, eru at fáa frá Karten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, á telefon 352020.
Fíggjarmálaráðið og Landsbankin hjálpa við faktuellum spurningum til omanfyri nevnda mál. Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, er at hitta á telefon 308120.
Les ratingina her:
Faroe Islands Report Credit Analysis mars 2008