Altjóða metingarstovnurin Moody’s Investor Service (Moodys) hevur broytt sína skuldarmeting av føroyska búskapinum. Metingin er lækkað eitt stig úr Aa2 til Aa3, og útlitini eru broytt frá stabil til negativ.
Moodys metingarstovnurin hevur 21 stig, sum tey meta lond eftir. Seinasta metingin av føroyska búskapinum er gjørd í 2008 – áðrenn alheims fíggjarkreppuna – og tá fingu Føroyar triðjhægstu meting, Aa2.
Nú er metingin lækka til fjórðhægsta stig.
Nýggja metingin frá Moody kemur ikki óvart á. Niðurgongd hevur verið búskapinum síðani 2008, og vit vita, at vit hava fleiri stór mál at loysa, sum skulu stimbra búskapin.
Høvuðsorsøkin til nýggju metingina er undirskotið á fíggjarlógini, sum dregur niðureftir. Moodys mælir til, at undirskotið er burtur í 2015 – helst fyrr.
Eg eri samdur við niðurstøðuna hjá Moodys, at undirskotið á fíggjarlógini skal burtur, men okkara áskoðan er, at vit mugu verða sera varin at seta ógvuslig tiltøk í verk, tí tað kann raka sera meint og hava størri fráflyting við sær.
Ein onnur orsøk til, at Føroyar detta eitt pláss niður er, at tað ikki hevur eydnast at funnið politiskar semjur um langtíðartiltøk.
Nýggja politiska støðan er, at langtíðarsemjur nú eru á veg um tey mest týðandi búskaparmálini. Stóran týdning hevur tað, at breið politisk semja er um at gera nýskipanir í fiskivinnuni, ið skulu tryggja eina burðardygga veiðu. Semja um makrelveiðuna er fyrsta stigið.
Í metingini verður víst á, at samlaða skuldin og rentubyrðan eru ikki stór, men tað verður staðfest, at skuldin í løtuni er vaksandi.
Kortini vísir metingin, at vit framvegis hava ein sunnan búskap, hóast útlitini beint nú ikki eru tey bestu.
Viðmerkingar til politiska týdningin av nýggju ratingini hjá Moodys eru at fáa frá Axel V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, á telefon 352020.
Fíggjarmálaráðið og Landsbankin hjálpa við faktuellum spurningum til omanfyri nevnda mál. Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, er at hitta á telefon 350300.
Argir tann, 18. apríl 2011
Aksel V. Johannesen
landsstýrismaður í fíggjarmálum
Les ratingina her:
Faroe Islands Report Credit Analysis mai 2011