Moody’s Investor Service hevur seinastu tíðina mett um føroyska búskapin. Stovnurin heldur fast við skuldarratingina Aa2.
Ratingin er latin landsstýrinum 23. juni.
”Hóast hall á verandi fíggjarlóg, og at nakað av tíð gongur, áðrenn hallið er burtur, so er metingin Aa2 endurtikin. Ein týðandi grundin til hetta er ætlanin hjá landsstýrinum og løgtinginum at fáa í lag javnvág millum inntøkur og útreiðslur á fíggjarlógini komandi árini. Metingin merkir, at føroyski búskapurin sum heild er væl fyri, og at álitið á hann er gott. Og tað er at fegnast um”, sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Aa2 er 3. hægsta mátið, sum verður latið. Ein slík meting merkir, at sannlíkindi hjá íleggjarum at missa pening í sambandi við lán til landsstýrið eru lítil. Útlit skuldu tískil verið fyri, at landsstýrið komandi tíðina kann útvega lánsfígging til rímiligar rentutreytir.
Moody’s grundgevur sína meting við fleiri ymiskum viðurskiftum. Millum annað verður sagt, at búskapurin gerst alt meiri fjøltáttaður, og at landsins myndugleikar áður hava víst, at teir kunnu fremja neyðug tiltøk í krepputíðum. Lutfalsliga stórar fíggjarognir hjá t.d. ALS og AMEG umframt gjaldføri hjá landskassanum í landsbankanum ávirka eisini ratingúrslitið jaliga. Víst verður á, at almenna skuldin enn er lutfalsliga lítil. Harafturat eru sannlíkindi fyri, at Danmark fer at virka fyri, at Føroyar í truplari skuldarstøðu halda skyldur sínar mótvegis lánveitarum.
Moody’s metir, at útlitini fyri, at Føroyar varðveita høgu Aa2-ratingina, eru støðug, hóast landsstýrið hevur avbjóðingar at dragast við, eitt nú í sambandi við undirskot hjá landi og kommunum, fiskivinnu-umsiting og í sambandi við sonevndu eldrabylgjuna.
Argir, 23. juni 2010
Fíggjarmálaráðið
Politiskar viðmerkingar fáast frá Jóannes Eidesgaard, landsstýrismanni í fíggjarmálum, á telefon 352020.
Eru fakligir spurningar viðvíkjandi ratingini, ber til at ringja til Jonhard Eliasen, ráðgeva í landsbankanum, á telefon 350315.
Les ratingina her:
Faroe Islands Report Credit Opinion juni 2010